Sóljuættin (latínskt Ranunculaceae) má verða nakað av tí sjónligasta í Føroyum. Vegjaðari og bøur verða litað gul í tíðini mai til juli. Á vátum bøi kunnu verða nógvar mýrisóljur og skrið- og svínasóljurnar eru allastaðni. Tað er serliga í juni, at hesi bæði sløgini koma fyri seg. Svínasólja og skriðsólja kunnu kennast frá hvørji aðrari við at hyggja at bløðunum. Mittasti blaðlutur á bløðunum hjá skriðsólju hevur stelk, meðan mittasti blaðlutur á bløðunum hjá svínasólju hevur ongan stelk. Í 2005 gjørdist sóljan tjóðarblóma okkara.
Fleiráraurtir. Bløðini misstødd, ofta handæðrað, hava slíðrafót, men einki akslarbløð. Blómurnar einstakar ella í skúvum, regluligar, tvíkynjaðar, undirstaddar og leyskrýndar. Blómureivið einfalt og litt ella tvífalt við bikari og krúnu, oftast fimm-deilt. Nógvir sáðberar og nógvar sáðgongir. Aloftast fjøldarfrukt, og smáfruktirnar eru nøt ella hylki.

Vanlig mýrisólja (C. palustris) Snjósólja (R. glacialis) Kirkjubøsólja (R. ficaria) Tjarnarsólja (R. reptans) Iglasólja (R. flammula) Gullsólja (R. auricomus) Skríðsólja (R. repens) Svínasólja (R. acris)