dcsimg

Nakkahvít kolont ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages

Nakkahvít kolont (frøðiheiti - Melanitta perspicillata) er norðuramerikanskt slag, eigur við áir og vøtn, har trø vaksa spjødd. Tá ið bútíðin er av, er nakkahvít kolont í smáflokkum við strendurnar sunnan fyri bústaðin. Í Norðuratlantshavi er heilt lítið til av henni, men sæst tó javnan. Í Føroyum og Íslandi er hon mest sædd tíðliga um summarið og várið, men syðri, í Onglandi og Írlandi, mest um veturin.

Nakkahvít kolont er á stødd nøkulunda sum kolont, men serliga høvur og nev eru eitt sindur førari. Hon tykist tyngri á sær enn kolont. Veruliga kann hon tykjast ikki so ólík æðu. Nevið á fullbúna steggjanum er sermerkt, skrýtt gult og reytt. Umframt hevur hann eyðsýndan hvítan blett í nakkanum og í pannuni. Sum kolont, men er úrlík tí nær skyldu spegilsontini, hevur nakkahvít kolont ikki spegil. Hetta er gott eyðkenni á bøguni. Umframt nevskapið gáar tú eisini um stórar ljósar blettir á vangunum.

Sí eisini

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors

Nakkahvít kolont: Brief Summary ( Faroese )