dcsimg

Hummari ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages
 src=
Hummarin heldur til á botni og etur ræ og djóraleivdir. Á aðrari bitklónni eru harðir nabbar. Á hinari klónni eru tindar at skræða fongin.

Hummara (frøðiheiti: Nephropidae) finnur tú inni í firðunum, har tað er mórubotnur og heldur djúpt. Hann grevur sær holur í mórubotnin og etur slangustjørnur, men eisini krabbadýr, skeljadýr, ormar og onnur smá botndýr. Størstu hummarar verða einar 60 cm langir og kunnu gerast 70 ára gamlir. Kalldýrið verður størri enn kvenndýrið. Á framkroppinum eru 5 pør av beinum. Trý tey fremstu pørini hava bitklógv. Afturkroppurin er í 7 liðum. Aftasti liður eitur sundbløkan. Tá ið hummarin svimur, slær hann sundbløkuna upp undir seg og fer so av stað aftureftir.

Hummari skiftir ham eins og krabbi. Tá ið hann er ungur, skiftir hummarin ham fleiri ferðir um árið. Seinni skiftir hann bara annaðhvørt ár. Fyrst skrædnar skelin á bakinum, og dýrið krýpur úr haminum. Fyrstu tíðina eftir hamskiftið er jomfrúhummarin illa fyri. Hann fær ikki staðið á beinunum og fær heldur ikki nýtt nakra klógv at verja seg við. Tí noyðist hann at krógva seg í móruni á havbotninum. Tað má hann gera í 5-­7 vikur til hann hevur fingið nýggjan ham. Um jomfrúhummari missir ein lið ella lim, so vaksa teir aftur.

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors