Grábøkut ont (frøðiheiti - Aythya marila) líkist nógv trøllont, ið hvussu er, tá ið hon ber morreyðu búnarnar. Grábøka eigur í norðara partinum í útbreiðsluøkinum hjá trøllont, men umframt eigur hon eisini í Norðuramerika. Í Norðuratlantshavi er hon bæði vetur og summar, har trøllont er. Ein stórur stovnur er á vøtnum í Íslandi. Á hinum oyggjunum í Atlantshavi eigur hon spjødd, men har koma eisini geldfuglar. Um veturin flyta tær flestu til Bretsku Oyggjarnar. Í sundunum í Orknoyggjum til dømis koma nógvir vetrargestir, sum eisini koma av meginlandinum. Á flogi er torført at skilja hana frá trøllont. Bøgan er meira hvít við nevrótina og hevur ofta ljósan blett aftan fyri eygað. Steggin er t.d. gráur á bakinum, trøllantarsteggin svartur. Grábøkut ont hevur rundari høvd og ikki topp.